Sum vit skrivaðu í gjárkvøldið, so var talan um størstu grind í 147 ár, um metingin hjá Kára Thorsteinsson, sýslumanni, helt. Hann segði við in.fo stutt eftir drápið, at onkur hevði leysliga talt, at tað vóru minst 350 hval í grindini.
Lesið eisini: Størsta grindin í Havn í 147 ár
Og vóru tað so nógvir hval í grindini í gjár, so var grindin størri enn grindin 10. mai í 1984, sum annars var størsta grind tá í 105 ár. Tá doyðu 347 hval, sum tilsamans vóru 1.842 skinn.
Størsta grind sum er skrásett í Havn doyði 3. august í 1873. Tá doyðu 619 hval í Havn, sum tilsamans vóru 4.055 skinn. Tá búðu eini 1.200-1.300 fólk í Havn.
Fyrsta grindin, sum er skrásett í Havn sambært gomlu grindahagtølunum, doyði 2. september í 1709. Tá doyðu 50 hval sum tilsamans vóru 500 skinn.
##med2##
##med3##











