Tað sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.
Hann sigur, at tey síðst í 2021 høvdu væntað, at tey í fjør skuldu fara fram um 2019 í ferðafólkatølum.
– Vit høvdu tá roknað við, at vit vóru leys av covid-19 alt árið í fjør, men so var ikki, men tað vóru vit ikki. So byrjanin av árinum í fjør var rættiliga vánaliga í so máta, segði Regin I. Jakobsen við FM1 á middegi.
Fyrstu tríggjar mánaðirnar í fjør lá ferðafólkatalið um 70 prosent av tí, sum tað var í 2019, men so batnaði, tá tað leið út á árið. Tá SAS var í verkfalli í juli mánaðir, var av teirri orsøk ein lítil afturgongd, men so batnaði aftur.
– Men heystið hevur ikki verið so gott, sum vit høvdu roknað við, segði Regin I. Jakobsen, sum nevnir orsøkir sum kreppu, inflatión og høgan oljuprís, sum helst partvíst hevur verið orsøk til tað, men korona hevur ikki slept takinum í Fjareystri, vísir hann á, og sigur, at tað ger kanska ein mun upp á nøkur fá túsund fólk.
Hann væntar, at vit í ár fara fram um tølini frá 2019 í ferðafólkatalið, hóast hann ikki væntar, at vit koma reiðiliga upp á flog ársins fyrstu mánaðirnar.
– Men okkara besta meting er, at vit fáa meira at gera í summar enn í fjør summar, segði Regin I. Jakobsen.
Í 2019 ferðaðust 424.281 fólk um flogvøllin í Vágum. Tað er 95,8 prosent av tí, tað var í 2019.