43 royndarloyvi í fjør

Fiskimálaráðið skrivaði út 43 royndarloyvi til fiskiskap av ymsum slag í fjør. Tað upplýsir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í svari til Páll á Reynatúgvu, sum eisini vil hava at vita, undir hvørjum treytum royndarloyvini verða latin.

Jacob Vestergaard vil ikki útgreina í smálutir treytirnar, men yvirskipað eru mest vanligu treytirnar millum annað hesar, sambært landsstýrismanninum:

- Royndarfiskiskapur fer fram í samstarvi við Havstovuna og eftir leiðbeining, ið Havstovan setir, og nágreinilig ætlan skal gerast fyri royndirnar

- Fólk frá Havstovuni skal kunna vera við skipinum

- Royndarfiskiskapur skal ikki vera øðrum fiskiskapi til ampa, og skal, um neyðugt, víkja fyri øðrum fiskiskapi

- Skrivlig frágreiðing um royndirnar skal latast Fiskimálaráðnum og Havstovuni, tá royndartíðin er av.

Tilsamans vórðu 1008 fiskiloyvi útskrivað úr Fiskimálaráðnum, álmannakkaárið í fjør og higartil í fiskiárinum 2012/2013, sum byrjaði 1. september.

Alt yvirlitið sæst her