Føroyskir fótbóltsspælarar eru farnir í hi, og teir fara ikki út aftur á graslíkisvallirnar fyrr enn síðst í januar ella fyrst í februar. Men hetta er ikki tað sama sum at alt lív í føroyska fótbóltsheiminum er lagt stilt til eina ferð eftir ársskiftið. Tað verður arbeitt av lívsins kreftum við at fyrireika seg so væl, sum tað ber til út frá teimum fyritreytum, ið feløgini hava (og tær eru rættuliga ymiskar).
Ein týdningarmikil spurningur er so at siga at fáa tjóður á spælararnar, soleiðis at trygd fæst fyri, at teir ikki fara til onnur feløg. Og tað er sumt, sum bendir á, at summi feløg eru komin væl á veg við arbeiðnum.
Fríggjadagin hevði sáttmálanevndin hjá Fótbóltssambandinum fund. Millum málini á skránni var gjøgnumgongd og møgulig góðkenning av uppskotum til sáttmálar, sum feløgini høvdu sent inn.
Í sáttmálanevndini eru Torleif Sigurdsson, formaður í FSF, sum er formaður í sáttmálanevndini, Jógvan Amonsson, grannskoðar, og Christian Andreasen, advokatur.
Nevndin góðkendi fríggjadagin 45 sáttmálar, sum eru millum seks feløg og spælarar. NSÍ hevur skrivað sáttmála við átjan spælarar, HB við seytjan, B36 við seks, GÍ við tveir og VB og KÍ við hvør sín.
Stór ábyrgd
Torleif Sigurdsson sigur, at teir hava gjørt av, at viðurskiftini millum spælararnar og feløgini, sum standa í sáttmálunum, skal nevndin ikki fara út við:
? Partarnir, sum hava gjørt sáttmála, mugu um tað, men eg kann siga so mikið sum, at tað er ymiskt, hvussu sáttmálarnir eru skrúvaðir saman. Í onkrum førum er bara talan um løn eftir avriki, soleiðis at skilja, at spælararnir fáa fast gjald fyri javnleik og sigur, og í øðrum førum verður bonus latið fyri endaligu plaseringina. Uppaftur í øðrum førum er talan um fast mánaðarligt gjald, og so eru tað sáttmálar, har talan er um ein blanding av øllum hesum.
Formaðurin í sáttmálanevndini sær tað sum eina av størstu uppgávunum hjá nevndini at hava eftirlit við, at avtalurnar hvíla á haldgóðum grundarlag og harvið at syrgja fyri, at sáttmála bundni fótbólturin ikki fær ta lagnu, sum hann fleiri staðni í fyrstu atløgu hevur fingið:
? Á aðalfundinum fyrst í hesum árinum kunnaðu vit um standard sáttmálan, sum vit vilja hava, at avtalurnar millum feløgini og spælararnar skulu gerast eftir. Í fyrstu atløgu vóru tað summi, ið ikki brúktu hesar sáttmálarnar, men nú tykist tað sum um fleiri eru komin eftir hesum, og tað er eisini nógv tað greiðasta og harvið fæst lættast ein góðkenning.
Í sáttmálauppskotinum hjá FSF stendur, at feløgini skulu senda góðkendan roknskap og fíggjarætlan inn saman við sáttmálanum, sum skal góðkennast.
? Hetta vilja vit fegnir hava, og tað fáa vit eisini í flestu førum. Men okkara uppgáva er millum annað at tryggja, at fíggjarliga grundarlagið undir avtaluni er í lagi, og um eitt felag leggur eina bankatrygd við sum váttan fyri, at felagið verður ført fyri at halda sínar fíggjarligu skyldur, so er hetta sjálvandi í lagi.
Góðkendu tit allar sáttmálarnar, sum vóru komnir til nevndina?
? Í onkrum føri bóðu vit um fleiri upplýsingar, og tá teir eru komnir, fær felagið góðkenningina.
Fleiri eru á veg
Tá vit tíðliga í summar fregnaðust eftir, hvussu tað stóð til við góðkendum sáttmálum, fingu vit at vita, at tað vóru bara trý feløg, sum høvdu góðkendar sáttmálar. Tey vóru GÍ, HB og KÍ. Nú eru feløgini seks í talið, og vit hava skilt, at sáttmálar eru á veg til sáttmálanevndina frá onkrum øðrum feløgum enn teimum omanfyri nevndu, og at onkur av feløgunum, sum eru nevnd omanfyri, fara at senda sáttmálar inn til góðkenningar fyri fleiri spælarar, enn teir, sum tey higartil hava sent avtalu inn fyri.
Umframt tey seks omanfyri nevndu feløgini eru í 1. deild í 1999 B68, B71, ÍF og Sumba.