Freistin at søkja stórastarvið í Atlantic Airways var úti í gjár, og sambært Niels Mortensen, nevndarformanni í Atlantsflog, hevur áhugin fyri starvinum verið stórur.
Ikki færri enn 45 umsóknir eru komnar til stjórastarvið, sigur Niels Mortensen.
- Enn eru vit ikki farin undir tilgongdina at hyggja at teimum innkomnu umsóknunum, so eg eri ikki førur fyri at siga nakað um, hvussu býtið er millum mannfólk og konufólk ella føroyingar og útlendingar, sigur Niels Mortensen.
Hann sigur, at nú verður farið undir vanligar starvsetanartilgongdir, men hann fær ikki sagt nakað um, nær nýggi stjórin skal byrjað í starvinum.
- Eg fegnist tó um, at so stórur áhugi er fyri at røkja starvið sum stjóri í Atlantic Airways, sigur Niels Mortensen.