Fólkatalið í Føroyum øktist við 325 fólkum í undanfarna tólvmánaðarskeiði.
Hagstovan skrivar, at 31. juli 2014 var fólkatalið í Føroyum 48.723. Í tólvmánaðarskeiðinum frá 1. august 2013 til 31. juli 2014 var burðaravlopið 261, og nettoflytingin til Føroyar var 64 fólk. Fólkatalið vaks sostatt við 325 fólkum.
Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum við 228 fólkum, men Streymoyar sýsla annars minkaði við 47 fólkum. Her er størsta minkingin í Kollafirði við 28 fólkum og Hósvík við 24 fólkum.
Samanumtikið kann sigast, at fólkatalið vaks í øllum sýslum uttan Sandoyar Sýslu, og at størsti vøksturin, 185 fólk, var í Streymoyar sýslu. Sandoyar Sýsla minkaði við tíggju fólkum.
Orsøkin til fólkavøksturin er umframt burðaravlopið, at í tólvmánaðarskeiðinum 1. august 2013 til 31. juli 2014 var ein nettoflyting til Føroyar uppá 64 fólk.
TRÝST HER fyri at síggja talvur og annað á heimasíðuni hjá Hagstovuni.