Bjargingarfeløgini í Suðuroynni skipa 11. september fyri stórdansi í høllini í Trongisvági við vælumtókta bólkinum 4ever og Elis Poulsen verður frásøgumaður og vendur plátum.
Atgongumerkið er ein lutaseðil har vinningurin er eitt vikuskifti fyri tvey á Hotel Føroyum við morgunmati.
Bussar koyra í samband við dansin, úr Hvalba MP bussar, tlf 22 65 66 og úr Vági, Poul Johannes Poulsen, tlf 23 95 50 ella 23 95 51. Og aftur eftir dansin.
Peningurin, sum kemur inn, fer til at menna tilbúgvingina í Suðuroynni, sum hesi bæði feløgini standa fyri.
Atgongumerki fáast í Effo og Magn í Vági og á Tvøroyri og við Bakkhús í Hvalba.