4th Klaksvík International

Síðani 2002 hevur Rani Nolsøe skipað fyri altjóða kappingum í norðoyggjum. Tann fyrsta varð telvað í góðum umstøðum á Hotel Norð á Viðareiði, har telvararnir eisini búðu. Síðani hava tvær kappingar verið í Klaksvík og tann fjórða verður helst eisini telvað í fiskivinnuhøvuðstaði Føroya. Kappingin verður leikt í seinnu helvt av septembur.
Seks telvarar skulu, eins og í fjør, telva dupultumfar. Útlendingarnir verða hesir, úr ávíkavist Svøriki, Norra og Danmørk: IM Johan Ericsson (2423), FM Eirik Gullaksen (2382) og IM Jens Ove Fries Nielsen (2381), ið vann 3th Klaksvík International.
Heini Olsen, Hans Kristian Simonsen og Helgi Dam Ziska verða føroyingarnir, sum á hesum sinni sleppa at royna seg. Bæði Helgi og Hans Kristian hava feskar normar við sær til Klaksvíkar. Heini vann sær sín fyrsta og higartil einasta norm í kapping í Norra í 2004 og fleiri ferðir hevur hann verið hálvt stig frá normi.
Útrokningar siga okkum, at Heini og Hans Kristian skulu hava 7 stig av 10 møguligum fyri at vinna sær ein norm, meðan Helgi skal hava 6,5 stig.