Hóast tað bar til at vinna 3,2 milliónir krónur í Gekkinum í síðstu viku, var tað ikki nokk til at fáa føroyingar at sessast frammanfyri sjónvarpsskíggjan, áðrenn farið varð á ólavsøku.
Sølutølini fyri síðstu viku vísa nevniliga, at einans 22.000 føroyingar keyptu ein gekkaseðil. Tað er ein minking á 5.000 seðlum frá fyri tveimum vikum síðan, tá 27.000 seðlar vórðu seldir.
Tað eru ikki júst pen tøl, um sølan í síðstu viku verður samanborin við søluna miðskeiðis í juni, tá vinningurin seinast var 3,2 milliónir krónur. Seinast vinningurin var so høgur seldi Kringvarpið 37.500 gekkaseðlar, ið eru 15.500 fleiri seðlar enn í farnu viku.
Høvuðsvinningurin komandi fríggjakvøld er 3,4 milliónir krónur.