50.000 fyri besta lagið

Norðurlandahúsið skipar nú fyri kapping í sangskriving, grundhugsjónin er at stuðla undir skapanina av nýggjum føroyskum tónleiki. Besta lag fær kr. 50.000

AME Føroyar

Tá nýggja AME tiltakið varð lagt fram fyri almenninginum, var eitt av tiltøkunum, ið Norðurlandahúsið boðaði frá ein kapping í sangskriving. Í tíðindaskrivi í dag verður kappingin alment skrivað út. Endamálið við kappingini er at fáa føroyskar tónleikarar at smíða nýggj løg. Hetta var eisini ein av grundhugsjónunum handan Prix Føroyar, og nú Prix Føroyar ikki er longur, tikin hetta sum ein góður leistur, at halda fast í hesum.
Vinningurin fyri besta sangin er 50.000 kr. sum eru oyramerktar til eina tónleikaframleiðslu. Hetta kann t.d. verða ein nýggj studioupptøka, ein fløguútgáva ella eitt nýtt sjónbandalag.
Tey, ið vilja luttaka kunnu smíða eitt ella tvey løg, festa tey á fløgu og senda fløguna til Norðurlandahúsið í Føroyum. Sangtekstir og aðrir upplýsingar skulu sendast saman við upptøkuni. Upplýsingar við navninum á tí, sum hevur sent inn, skulu leggjast í ein brævbjálva fyri seg. Seinasta freist at lata inn er hósdagin 25 januar 2007, kl.18.00.
Sagt verður, at øll eru vælkomin at luttaka, løgini mugu ikki verða útgivin til sølu áður og at løgini kunnu bæði verða við sangi ella instrumental. Dømt verður út frá samlaðu dygdini í lagnum og hugskotinum.
Fyrireikarnir tilskila sær rætt at leggja nøkur av innkomnu løgunum á heimasíðuna www.ame.fo, uttan eykakostnað og eisini at nýta løgini til marknaðarføring av AME-Føroyar 07. KODAgjøld og líknandi verður sjálvandi goldið sum vanligt.
Vinnarin av sangskrivarakappingini verður kunngjørdur mitt í mars 2007 á komandi heimasíðuni www.ame.fo
Vinnaralagið fær møguleika at verða framført á A.M.E.-Føroyar, leygarkvøldið 14. apríl 2007.