Tað man verða langt síðani, at tað hava verið so nógvir áskoðarar til ein heimadyst hjá kyndilskvinnum, sum tað vóru leygardagin. Longu tá kvinnudysturin byrjaði, var heilt fitt av fólki komin niðan á Háls, tí tey vildu verða vís í at fáa pláss í høllini til mansdystin. Teir mongu áskoðararnir vóru vitnir til ein ógvuliga taman kvinnudyst, har Kyndil slapp at fylgja eitt sindur betur við mótstøðuliðnum, enn tær leingi hava gjørt.
Marginalspælarar royndu seg
Tað var ógvuliga sjónligt, at dysturin leygardagin ongan týdning hevði. Báðir venjararnir lótu so at siga allar spælararnar fáa fitt av spælitíð, og serliga hjá VÍF fingu nógvir av vanligu marginalspælarunum nógva spælitíð. Av somu orsøk óivað bleiv ongantíð talan um nakað veruligt sorl, soleiðis sum nógv kanska høvdu væntað.
VÍF legði seg beinan vegin greitt á odda, men spakuliga kom Kyndil inn aftur í dystin, uttan at tær á nakran hátt kundu hótta leiðsluna hjá vestmannakvinnum. Hjá VÌF lá tað serliga væl fyri at skora upp á skjótálop, og tað hendi ferð aftaná ferð, at serliga Nikolina Eyðbjørnsdóttir streyk avstað og skoraði, áðrenn kyndilsverjan kom aftur.
Dysturin var sum heild ógvuliga tamur, og ikki var nógv ferð á spælinum hjá báðum liðum. VÍF hevði tó allatíðina tamarhald á støðuni, og hóast Kyndil við einari góðari byrjan upp á seinna hálvleik av álvara nærkaðist VÍF, kom tað ongantíð spenningur í dystin. Tí tá ið Kyndil var komið nóg nær, setti VÍF ferðina upp, og so gekk bert lítil løta, so høvdu tær aftur lagt sjógv millum seg og heimaliðið.
Ein profilur takkaði fyri seg
Dysturin leygardagin var eisini seinasti dysturin hjá einum profili í føroyskum kvinnuhondbólti. Eiðiskvinnan Alis Høghamar, sum nú í fleiri ár hevur leikt við VÌF, takkaði fyri seg í bestu kvinnudeildini. Alis hevur ikki spælt nógv síðstu tíðina, men í dystinum leygardagin fekk hon tó nakrar minuttir á vøllinum, so at hon fekk sagt ordiliga farvæl. Áðrenn Alis kom til VÌF, leikti hon í fleiri ár við Skála, sum tá var fremsta kvinnuliðið í Føroyum.
Kyndil: Randi Wardum 7, Sabine Frølund 3, Annika Thomsen 3, Anja Heinadóttir 2, Ann-Mari Wang 1
VÍF: Irina Radovici 7, Ioana Rapa 7, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 6, Sóley Mikkelsen 6(3), Fríða Marjunardóttir 2, Torgunn Johansen 1, Jacklin Durhuus 1
Brotskøst: Kyndil 1(0), VÍF 4(3)
Útvísingar: Kyndil 1
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Hansen - tóku tað eins róligt og leikarnir, og har var einki at seta fingurin á