Norska ákæruvaldið fer at kalla inn 53 vitni í rættarmálinum móti Mariusi Borg Høiby, soninum hjá norsku krúnprinsessuni Mette-Marit.
Tað vísir eitt skjal frá ákæruvaldinum, sum varð almannakunngjørt mánadagin, skrivar norska tíðindastovan NTB.
Í skjalinum sæst, hvørji prógv myndugleikin fer at leggja fram í sakarmálinum móti Høiby, tá rættarmálið byrjar næsta ár.
Tað verður væntandi frá 3. februar til 13. mars.
Millum prógvini, sum verða løgd fram, eru miðlafílur frá Mariusi Borg Høiby sjálvum, umframt dátur frá pulsuri og øðrum tekniskum kanningum.
Fleiri kanningarfólk hjá løgregluni, kend fólk, ein svøvnserfrøðingur og fólk, sum hava verið til eftirveitslur hjá Høiby, eru millum vitnini, sum eru kallað.
Eingin limur í kongsfamiljuni er á vitnislistanum.
Marius Borg Høiby er skuldsettur fyri fleiri lógarbrot, harímillum fýra neyðtøkur, hevur norski ákærin áður upplýst.
Tilsamans er hann skuldsettur fyri 32 lógarbrot, sum umframt neyðtøkurnar fevna um misnýtslu í tøttum sambondum og fleiri harðskapsgerðir, skrivar norski miðilin NRK. Tað eru sjey kvinnur, sum hava verið fyri órætti.
Tær fýra neyðtøkurnar, sum ákæruvaldið heldur seg kunna prógva, vóru framdar móti fýra ymiskum kvinnum, sambært ákæranum, og verða nevndar sovineyðtøkur. Tann fyrsta í 2018, eitt í 2023 og tvær í 2024, skrivar NTB.
Seinasta hendingin skal vera hend, eftir at løgreglan longu á heysti 2024 hevði sett kanning í verk móti Høiby fyri onnur viðurskifti.
Ákæruvaldið heldur seg kunna prógva hendingarnar út frá video og myndum, sum eru funnar á telefonunum hjá Høiby.
Tilsamans vórðu hundraðtúsundtals miðlafílur so sum myndir og videobrot funnar á fartelefonum og teldum, sum Høiby eigur. Tíggjutúsundavís av sms-boðum eru eisini við í kanningartilfarinum.
Høiby avsannar allar tær mest álvarsligu ákærurnar.
Høiby er ikki formliga partur av norsku kongsfamiljuni. Hetta kemst av, at hann er føddur áðrenn Mette-Marit giftist Haakon krúnprinsi, sum heldur ikki er pápi Høiby.
Ritzau/NTB