Nýggj veljara­kann­ing: Sera javnt und­an vali­num í Noreg

Bæði borgarligi vongurin og reyðgrøni vongurin eru spáddir at vinna 84 tingsessir, skrivar norska TV 2.

Norski forsætisráðharrin og formaðurin í norska Arbeiðaraflokkinum, Jonas Gahr Støre Mynd: Rodrigo Freitas/NTB/Ritzau Scanpix

Eina viku undan valinum til norska Stórtingið eru borgarligi vongurin og reyðgrøni vongurin púra javnir.

Tað skrivar norska TV 2 eftir veljarakanning hjá Verian.

Sum tað sær út, eru báðir veingirnir eins sannlíkir at vinna 84 tingsessir.

Í borgarliga blokkinum eru flokkarnir Venstre, Kristeligt Folkepartiet, Fremskrittspartiet og Høyre.

Í reyðgrøna blokkinum eru Miðflokkurin, Sosialistiski Vinstriflokkurin, Rødt, Umhvørvisflokkurin tey Grønu og Arbeiðaraflokkurin.

Bert tveir floksformenn hava lýst seg sum forsætisráðharravalevni á komandi vali, sum verður 8. september.

Tað eru Erna Solberg úr Høyre og Jonas Gahr Støre úr Arbeiðaraflokkinum.

Støre er sitandi forsætisráðharri í Noregi. Hann hevur staðið á odda fyri stjórnini síðani 2021.

Stjórnin var upprunaliga mannað við Arbeiðaraflokkinum og Miðflokkinum. Miðflokkurin fór tó úr stjórnini fyrr í ár, og harvið er Arbeiðaraflokkurin nú tann einasti í stjórnini.

 

/Ritzau/

 

 

Norski forsætisráðharrin og formaðurin í norska Arbeiðaraflokkinum, Jonas Gahr Støre Mynd: Rodrigo Freitas/NTB/Ritzau Scanpix