Yvir 1.000 fólk í Sudan eru deyð í einum skriðulopi, sum hendi í vestara parti av landinum sunnudagin.
Tað upplýsir uppreistrarrørslan The Sudan Liberation Movement/Army, sum ræður yvir økinum, skrivar tíðindastovan Reuters í nátt okkara tíð.
Sambært rørsluni hevur skriðulopið havt við sær, at ein bygd nærhendis Marrafjøllunum, sum liggja í vestara parti av Sudan, er løgd í oyði.
Tað er eftir øllum at døma bara ein persónur, sum yvirlivdi hendingina.
Sambært BBC er talan um bygdina Tarasin.
Abdelwahid Nour, sum stendur á odda fyri uppreistrarrørsluni, sigur, at skriðulopið sunnudagin hendi orsakað av nógva regninum í landinum.
The Sudan Liberation Movement/Army lýsir seg sum eina tjóðskaparliga, politiska og kollveltandi rørslu, hvørs endamál er at byggja Sudan uppaftur á tí, sum rørslan nevnir einum nýggjum grundarlag.
Hon stýrir rakta økinum, sum liggur í Darfur-økinum.
Sambært Reuters hevur rørslan nú biðið ST og eina røð av altjóða hjálparfelagsskapum um at hjálpa til við at bjarga líkunum úr skriðulopinum. Líkini sigast at vera menn, kvinnur og børn.
Sudan er plágað av einum kríggi, sum hevur vart í tvey ár og er ein ósemja millum sudanska herin og paramilitera bólkin Rapid Support Forces (RSF).
Undir krígnum eru íbúgvarnir flýddir úr Norðurdarfur til Marrafjøllini, har stórt trot er á mati og heilivági, skrivar Reuters.
Sambært BBC hevur The Sudan Liberation Movement/Army sagt, at rørslan fer at berjast á síðuni hjá herinum móti RSF.
Ósemjan millum herin og RSF hevur noytt fleiri enn 11 milliónir fólk at fara úr húsum sínum um alt Sudan. Av hesum eru fleiri enn tríggjar milliónir farnar av landinum.
ST hevur áður kallað støðuna í Sudan fyri heimsins størstu kreppu mált í mun til talið av flýddum fólki.
Í august greiddi Læknar uttan landamørk eisini frá ringasta koleraútbrotinum í landinum í áravís.
Útbrot av smittusomum sjúkum eru vorðin nógv verri og títtari, síðani borgarakríggið brast á í 2023, og oyðilegði longu skroypuliga vatn-, heilsu- og sanitetskervið í landinum.
Kríggið hevur elvt til vatntrot, og nógv regn hevur gjørt støðuna verri við at dálka vatn- og kloakkskipanina.
/Ritzau/