Maður horvin millum Slættanes og Sandavág

Ein maður, sum fór til gongu av Slættanesi til Sandavágs klokkan 16 í gjár er ikki komin vegin fram. Løgreglan heitir á fólk um ikki at fara í hagan

DAGFØRING: Eftirlýsti maðurin funnin í øllum góðum

 

Leitað verður eftir einum manni í sekstiárunum, sum fór til gongu av Slættanesi til Sandavágs umleið klokkan 16 í gjár. Teir høvdu verið eftir nátum og vóru farnir á land á Slættanesi at hvíla seg. Tá báturin fór víðari, fór ein av monnunum til gongu til Sandavágs. Maðurin er staðkendur.

Tá hann ikki kom vegin fram var í gjárkvøldið um 21 tíðina farið at leita eftir manninum.

Løgreglan heitir í hesum sambandi á fólk um ikki at fara í hagan norðan fyri Sandavágsháls, tí leitað verður við hundum eftir manninum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Umframt løgreglu eru eisini bjargingarfeløg við í leitingini, og bátar hava leitað fram við landi. Nú er Tjaldrið eisini komið í Vestmannasund at hjálpa til við leitingini. Leitað hevur eisini verið við dronu, og í morgun kemur eisini tyrlan við í leitingina.

Vaktleiðarin sigur, at áðrenn maðurin fór til gongu, var battaríiið á telefonini útbrent, og tí fáa tey ikki leitað tann vegin. Tey avvarðandi eru kunnað, sigur vaktleiðarin.

##med2##

 

Løgreglan heitir á fólk um ikki at fara í hagan norðan fyri Sandavágsháls, tí leitað verður við hundum