Eina viku undan valinum til Stórtingið í Noregi eru borgarligi vongurin og reyðgrøni vongurin púra javnir.
Tað skrivar norska TV 2 eftir veljarakanning hjá granskingarstovninum Verian.
Sum støðan er beint nú, standa báðir veingirnir at vinna 84 tingsessir.
Í borgarliga veinginum eru flokkarnir Venstre, Kristeligt Folkepartiet, Fremskrittspartiet og Høyre.
Í reyðgrøna veinginum eru Miðflokkurin, Sosialistiski Vinstriflokkurin, Rødt, Grøni flokkurin og Arbeiðaraflokkurin.
Nýggjasta veljarakanningin sigur, at ein norskur politikari - floksleiðarin Irene Ojala - potentielt kann avgera úrslitið, um valið endar sum kanningin vísir á.
64 ára gamla Irene Ojala er forkvinna í flokkinum Patient Focus, sum er uttanfyri tær báðar samgongurnar.
Hon er einasti stórtingsmaður floksins, men sambært norska TV 2 vil Irene Ojala ikki vísa á nakrað av valevnum til forsætisráðharrasessin.
- Tey hava øll gjørt eitt øgiliga vánaligt arbeiði við at loysa heita sjúkrahúsósemjuna í Finnmørkini.
- Tey hava roynt at sloppið av við meg, og tey hava yvirsæð meg, men eg fari ongantíð at svíkja veljararnar í Finnmørkini niður, sigur hon við norskar miðlar.
Størsta málið hjá Patient Focus er eitt sjúkrahús í býnum Alta, sum er størsti býur í Finnmarks fylkinum. Irene Ojala býr sjálv í Alta.
Bert tvey floksforfólk hava lýst seg sum forsætisráðharraevni á komandi vali, sum verður 8. september.
Talan er um Ernu Solberg úr borgarliga Højre og Jonas Gahr Støre úr Arbeiðaraflokkinum, sum er núverandi forsætisráðharri í landinum.
Hann hevur staðið á odda fyri stjórnini síðani 2021.
Í stórnini vóru upprunaliga Arbeiðaraflokkinum og Miðflokkinum. Miðflokkurin fór tó úr stjórnini fyrr í ár, og harvið er Arbeiðaraflokkurin í løtuni einasti flokkur í stjórn.
Framsóknarflokkurin verður væntandi næststørsti flokkur í veljarakanningunum.
Floksleiðarin, Sylvi Listhaug, hevur tó hildið seg frá at lýsa seg sum valevni til forsætisráðharrasessin.
Flokkurin hevur í longri tíð verið mettur at gerast størsti flokkur á norska høgravonginum.
/Ritzau/