Umleið 70 læknar eru givnir í starvinum á Haukeland Universitetssjúkrahúsi seinastu tvey árini.
Álitisfólk rópa støðuna kritiska.
- Vit halda, at okkum kemur at vanta fólk í framtíðini, og longu nú merkist hetta.
Og lagt verður aftrat.
- Vit missa tey, vit hava. Tað er faktiskt ein vanlukka, siga læknin og álitisfólkið, Bjørn Husebø, við Bergens Tidende.
Hann vísir á, at arbeiðsbyrðan hjá læknunum er stór, og her er lítið pláss fyri fakligari menning. Tí siga nógvir læknar seg úr starvi.
Stjórin á Haukeland Universitetssjúkrahúsi staðfestir, at gongdin er álvarslig.