57 ungir menn handtiknir fyri at flirta

Í heilaga býnum Mekka í Saudi-Arabia eru 57 ungir menn handtiknir, tí teir hava gjørt seg upp fyri hinum kyninum. Ógiftir menn og kvinnur mugu ikki hava samband hvør við annan í Saudi-Arabia.

Tí eru 57 ungir menn handtiknir fyri at flirta við ungum kvinnum. Teir eru undir illgruna fyri at hava verið ósiðiliga klæddir, millum annað í t-shirtum við enskari skrift. At lurta eftir hørðum tónleiki í bilinum, og at dansa og flenna framman fyri ógiftu kvinnurnar. Teir 57 menninir eru handtiknir og verða skuldsettir fyri at gera seg upp fyri kvinnum, millum annað í handilsmiðstøðum í Mekka.

Nevndin fyri siðiligum atburði, sum skal fyribyrgja lógarbroti, er partur av religiøsa politinum, Mutaween. Hon kravdi ungu menninir handtiknar alt fyri eitt.

Fyrr hendan mánaðin varð forboð sett ímóti sølu av reyðum rósum og øðrum romantiskum lutum, sum eru tekin um Valentine´s day. Dagurin verður mettur at vera ein eggjan til samband millum kynini, og hetta er strangliga bannað í Saudi-Arabia, sigur AP. Søgan sigur onki um, hvørja revsing ungu menninir kunnu vænta sær.