Kommunan gjørdi vatnkanningar hósdagin 7. august, eftir at tað hevði regnað sera illa og nógv áarføri var. Kanningarnar vístu at ov nógvar bakteriur vóru funnar á flestu støðunum har fólk dyppa.
Kommunan vil tí heita á borgararnar um at hyggja eftir vatninum áðrenn farið verður útí. Far ikki útí um:
- Vatnið er sera óklárt
- Nógv skúm er omaná vatnskorpuni
- Nógvur ælingur hevur verið seinastu 24 tímarnar
Kommunan ger kanningar aftur í næstu viku, og úrslitini verða løgd út á heimasíðuna.
Les meira her:
Soleiðis er vatngóðskan til útisvimjing í løtuni