Í Noregi hava tryggingarfeløgini fingið umleið 6.000 skaðafráboðanir, eftir at ódnin Dagmar herjaði partar av landinum fyrr í vikuni. Sagt verður, at skaðakrøvini eru umleið 60.000 norskar krónur í meðal, og at heildarupphæddin tískil man liggja um 360 milliónir krónur.
Norsku fjølmiðlarnir siga, at hetta er munandi meiri, enn tá ódnin Berit gjørdi um seg herfyri, og so allir skaðarnir ikki uppgjørdir enn.
Blaðið Aftenposten skrivar, at skaðakrøvini eftir Dagmar eru tey størstu síðani 1995, tá ógvuslig vatnflóð gjørdi stóran skaða har eysturi í landinum.