6,6 mió meira í lands­kassan

Inntøkur lands­kassans 6,6 milliónir krón­ur hægri hig­a­rtil í ár

Samanlagt vóru inn­tøk­ur landskassans av skatti og avgjøldum 6,6 mió. kr. hægri fyrstu 5 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. Av­gjalds­inn­tøk­ur­nar vóru 31,9 mill­i­ón­ir krón­ur hægri, með­an van­ligi lands­skatt­ur­in sam­an við eft­ir­løn­ar­skatt­iønum var 25,3 mill­i­ón­ir krón­ur lægri.

Vøksturin hevur ver­ið serliga stórur í me­­ir­v­irð­is­gjalds­inn­tøk­u­num, sum vóru 26,5 milliónir krónur ella góð 5% hægri fyrstu 5 mán­að­i­r­nar í ár sam­an­bor­ið við somu tíð í fjør. Skrá­set­ing­ar­gjald­ið hev­ur verið 4,4 milliónir krónmilliónir krón­­ur hægri og aðrar a­v­gjalds­inn­tøk­ur hava verið um­leið 1 mill­i­ón­ir krónur hægri fyrstu 5 mán­að­ir­nar í ár.

Vøksturin í meir­virð­is­gjald­i­num á 5% hev­ur so­statt ver­ið hægri enn vøkst­ur­in í løn­um og øðr­um veit­ing­um, sum vórðu goldn­ar um­veg­is a-skatt­a­skip­an­ina. Her var vøkst­ur­in 4,2% fyrstu fimm mán­að­ir­nar í ár samanborið við somu tíð í fjør.