6´arin fingið Premier League

í desember mánaði keypti svenska miðlafyritøkan Medge Consulting sjónvarpsrættindini til Premier League fyri skandinavisku londini í tíðarskeiðnum frá summarinum 2010 til summar 2013. Nú er tað eydnast at selja donsku sjónvarpsrættindini til SBS TV.

 

- 6?arin verður styrktur av hesum. Vit hava gjørt eina avtalu við Medge Consulting og hava keypt rættindini til Premier league fyri tey trý komandi kappingarárini, sigur Jes Holm Andersen, sum er ítróttastjóri á SBS TV, við bold.dk.