Tey skuldu læra eitt sindur um planting, og var tað eitt gott høvi at hava tey við. Veðrið var av tí allar fagrasta, og hýrurin sum vera man góður.
Eftir at hava tosað eitt sindur um planting av summarblómum, var farið í gongd. Dreingirnir fóru í gongd beinanvegin og vóru skjótt lidnir, meðan genturnar høvdu nógvar spurningar og fingu eitt gott prát um summarblómur og planting. Eftir tveimum tímum vóru tey liðug og Miðstaðarlundin var nú prýdd við summarblómum, sum øll kunnu njóta sýnið av langt út á heystið.