60.000 til Rannvá

Fyrsta gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum fer til Rannvu Pálsdóttir Kunoy. Tað eru tær tríggjar Malan, Jórun og Elsa Birgitta samdar um. Listakvinnan fær 60.000 krónur, sum vóruðu handaðar á samkomu á Fróðskaparsetrinum ídag.

Rannvá Pálsdóttir Kunoy er undir útbúgving í London. Hon er 25 gomul og hevur lokið BA prógv á City and Guilds of London Art School. Nú gongur Rannvá á høgt virda Royal College af Art, Fine Painting í London.

"Rannvá brýtur upp úr nýggjum og gongur nýggjar leiðir" segði Malan Marnersdóttir, tá hon í dag handaði gávogóðsi, áljóðandi 60.000 krónur. "Stuðulin verður latin henni, fyri at hon kann halda fram útbúgvingarleið sína" segði Malan, sum er formaður í nevndini, ið ger av hvør skal fáa stuðul, ella sum í hesum føri ? gávugóðs.

Rannvá, sum varð komin heim at taka í móti gávugóðsinum, takkaði fyri og segði, at hetta var ein stórur heiður. "Tað er stórt fyri eitt listafólk at fáa eina tílíka gávu; tað gevur álit, styrki og mót at halda fram" segði Rannvá á samkomuni, har familia hennara eisini var til staðar.

Rannvá hevur havt serframsýning í Listasavni Føroya og tikið lut í framsýning í London, Keypmannahavn og Reykjavík. Listasavnið og Statens Kunstfond hava keypt verk hjá henni.

Ikki kann sigast annað, enn at hetta er ein heppin avgerð, at fyrsta gávugóðsi úr hesum privata grunni varð latið til í fyrsta lagi eina kvinnu og í øðrum lagi eitt listafólk, sum við altjóða flogi gongur egnar og nýggjar leiðir.

Peningaupphæddin, sum verður latin, stavar frá rentunum av stovnfænum í Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Nevndin ásetur upphæddina, sum verður latin til gávus, og sær til at realvirðið á stovnsfænum ikki lækkar í virði.

Malan Marnersdóttir er formaður í nevndini, ið letur gávugóðsi úr grunninum. Hinir báðir limirnir eru Jórun í Dali, formaður í LISA og Elsa Birgitta Pálssdóttir Petersen formaður í Føroya Lærarafelag. Bæði endamál fyri grunnin og manning í nevndini er eftir ynski frá Torvaldi Poulsen.