26. januar fekk Borgny prógva handað á Københavns Mode- og Designskole. Hennara prógv var ímillum tey bestu, sum vórðu givin á skúlanum í ár.
Í oktober mánaða í fjør hevði Borgny ein annan merkisdag í hennara lívi. Tá hevði hon 60 ára føðingardag. Aldurin hevur tó ikki forðað henni í at fara undir nakað nýtt og at royna tað ókenda. Sig so tað at ein ikki lærir ? alt lívið.
Bara føroyskt
Borgny fekk brell at fara at læra seg nakað meira innan design, eftir at hon hevði havt eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
? Tað gekk so væl á hesi framsýningini, og alt varð selt. Tí vildi eg læra meg meira innan hetta yrkið og finna nýggjar hættir at arbeiða við føroyskum tilfari, sigur Borgny.
Tað, sum er sermerkt við klæðunum hjá Borgny Patursson, er, at hon bara nýtir føroyskt tilfar, tá hon framleiðir síni design.
? Meðan eg var á skúlanum brúkti eg bara føroyskt tilfar til míni klæði. Hetta hevði við sær, at eg ikki kundi fara at keypa ta lidnu vøruni, men var noydd at sita heima og virka klædnatilfarið til, sigur Borgny.
Borgny tøvdi, bant, og eisini brúkti hon føroysk seyðaskinn frá Vilmu í Havn. At hon bara brúkti føroyskt tilfar hevði við sær, at tað var kostnaðarmikið hjá henni at fáa tilfarið til vega.
? Tey flestu á skúlanum høvdu meira hug til nakað meira moderna so sum lakk og leður, og tí var tað eitt sindur óvanligt, at eg bara hevði føroyskt tilfar til míni klæði.
Fingið bíleggingar
Hóast Borgny er liðug við skúlan, so kemur hon ikki heimaftur rættiliga enn, tí hon hevur fingið nakrar bíleggingar frá fólki, sum fegin vilja hava hennara klæði. Hesi skal hon so gera, áðrenn leiðin gongur til Føroyar.
Eisini stendur Borgny í boði at framleiða klæði til ein mótahandil, sum letur upp í Keypmannahavn skjótt. Lærarin hjá Borgny er ikki í iva, tí »det bliver revet væk«, sum lærarin málber seg um klæðini hjá Borgny.
? Eg vil fegin gera føroyska tilfarið kent uttanlands, og eg havi eisini roynt at gera heilt nýtt klædnatilfar.
Prógvið hjá Borgny var ímillum tey frægaru á skúlanum, og hon fekk 9,1 ímeðal. Hetta er ein altjóða skúli, og fólk úr øllum heraðshornum ganga á hesum skúlanum. Skúlagongdin er tvey ár, og trý lið við eini fimtan næmingum ganga har í senn.
Borgny sigur, at hetta er ein harður skúli, og at ein verður noyddur at hanga í, skal tað ganga. Hon var elsti næmingurin, tey nakrantíð hava havt, og tann næstelsti var um tey tredivu.
Tá seinasta royndin var á skúlanum, varð skipað fyri mótaframsýning, har dómari skuldi døma um arbeiðið.
Til hetta høvið hevði Borgny valt at hava eitt tema um Antarktis.
? Til klæðini á tí seinastu framsýningini hevði eg fingið íblástur frá kava og sletum og tílíkum. Hetta vóru tískil heit klæði, sum eg vísti fram, sigur Borgny.
Á hesi framsýningini var tað kenda modellið Oliver Bjerrehus, sum gekk í klæðunum hjá Borgny, og tað var góð reklama fyri hana.