600 íslendingar og 89.400 onglendingar á Wembley

Í annaðkvøld møtast A-landsliðini hjá Onglandi og Íslandi á Wembley leikvøllinum

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir Ongland, ið er ein av fremstu favorittunum til at vinna EM-endaspælið í fótbólti seinasta venjingardystin undan fráferðini til EM-endaspælið í Týsklandi, har Danmark, Slovenia og Serbia vera mótstøðuliðini í innleiðandi bólkaspælinum.

Mótstøðuliðið hjá Onglandi á Wembley leikvøllinum í London verður Ísland, ið fyri átta árum síðani í EM-endaspælinum í Fraklandi í 2016 vann ein víðagitnan 2-1 sigur á Onglandi í EM-áttandapartsfinaluni.

Ongland og Ísland hava møtst fimm ferðir. Ongland hevur vunnið tríggjar ferðir, eina ferð er tað endað javnt, og á einum sinni hevur Ísland vunnið.

Ongland er risastórur favorittur til at vinna dystin í annaðkvøld.

Miðaloddsini upp á heimasigur til Ongland eru 1,11, meðan miðaloddsini upp á útisigur til Ísland eru 21,05.

Tað vera 600 íslendskir fjepparar til dystin, og tey mugu kappast við 89.400 enskar fjepparar um at stuðla liði sínum. Tað verður torført, men uttan iva ein stór uppliving.

Í 34 ár hava vit føroysku fótbóltsfjepparar longst eftir at koma í undanbólk saman við Onglandi, so vit kunnu sleppa á Wembley. Vónandi hendir tað til næstu HM-undankappingina. 

Hetta er triðju ferð Ongland og Ísland møtast á Wembley leikvøllinum. Undan EM-endaspælinum í Portugal í 2004 vann Ongland 6-1 (3-1) á Íslandi, og í dysti í Nations League í 2020 vann Ongland 4-0 (2-0) á Íslandi.