600 krónur dýrari at taka koyrikort í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 30. september?

Sambært kunngerð nr. 42, sum Marita Petersen, landsstýriskona hevur skrivað undir 10. apríl 1992, skulu øll, sum ikki áður hava tikið koyrikort, skjalprógva fyri Bileftirlitinum, at tey hava fingið frálæru í koyring í myrkri frá góðkendum koyrilærara.

Í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. sept. kann koyriroynd fremjast og koyrikort latast uttan hesa skjalpróvførslu. Men viðkomandi skal innan 1. desember sama ár skjalprógva fyri Bileftirlitinum at hava fingið frálæru í koyring í myrkri frá góðkendum koyrilærara.

Um hetta ikki verður gjørt, verður sakin latin til løgregluna til víðari avgreiðslu. Hvat løgreglan ger við hesi mál, veit eg ikki.

Ein kann fáa tann keðiliga tankan, at hetta er gjørt fyir at hjálpa koyrilærarum fíggjarliga í teimum ringu árunum fyrst í 90?unum.

Soleiðis sum eg havi fatað tað, so er frálæran í koyring í myrkri um, hvussu illa fólk síggjast í myrkri, at yvirhála í myrkri, um brúk av ljósum o.a. og at tað tekur umleið ein tíma.

Hendan kunngerðin er ikki serliga skilagóð, tí eg vil standa fast uppá at:

100% av teimum, sum hava tikið koyrikort í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. sept. hava koyrt fleiri tímar í myrkri og harvið funnið útav, hvussu illa fólk síggjast í myrkri o.a. At tey nú, upp til eitt ár aftaná at tey hava fingið koyrikort, skulu gjalda 600 krónur í einari frálæru, sum tey langt síðani sjálv hava fingið við at koyra í myrkri, er heilt burturvið.

So mín áheitan til lóggevarnar er: Avtakið kunngerð nr. 42 beinanvegin.


Finnleif Guttesen

Tvøroyri