Samanborið við ársenda 2019 var lándsbrævaskuldin hjá landskassanum 3,7 mia. krónur og gjaldførið 3,5 mia. krónur - tað vil siga ein nettoskuld á 200 mió. krónur.
Hetta upplýsir Landsbankin í dag.
– Skuldin hjá landskassanum er sett saman við fimm lánsbrævarøðum. Øll lán eru standandi – tað vil siga, at bara renta (og ikki avdráttur) verður goldin í lánitíðini. Lániupphæddin verður goldin aftur í einum, tá ið lánitíðin er av, skrivar Landsbankin í tíðindaskrivi.
Í 2020 rindaði landskassin í miðal 0,51% í rentu av sínum lánum. Rentan, sum Føroyar rinda í sambandi við lántøku, er nógv minkað seinastu 10 árini. Í 2011 var rentan á lánsbrævaskuldini í miðal 3,04%. Um rentan var á sama støði sum í 2011, høvdu rentuútreiðslurnar hjá landskassanum verið í miðal 133 mió. kr. hægri fyri verandi skuld á 5,3 mia. kr.
Vanliga endurfíggjar/tekur landskassin lán á hvørjum ári. Í juni 2020 tók landskassin tvey lán, eitt tvey ára lán á 1,3 mia. kr., her var effektiva rentan -0,081%, og harumframt eitt 5-ára lán á 1,645 mia. kr., við eini effektivari rentu á 0,185%. Samlaða lántøkan í 2020 var tí 2,945 mia. kr., harav 1,345 mia. kr. vóru nýttar at rinda lán aftur við, meðan tær 1,6 mia. kr. er partur av gjaldføristilbúgvingini hjá landsstýrinum orsakað av Covid-19.