Enn einaferð setir Grønland met í smittu.
Seinasta samdøgrið eru staðfestir 630 nýggir smittutilburðir í Grønlandi.
Tað staðfestir landslæknaembætið í Grønlandi í dag.
Hetta er met og ein ógvuslig smittuútbreiðsla, sum í løtuni rakar grønlendska samfelagið.
Seinastu tríggjar dagarnar hava fleiri enn 1500 fólk í Grønlandi fingið staðfest koronu.
Býirnir, sum í dagføringini í dag eru harðast raktir, eru Nuuk (329), Ilulissat (222), Sisimiut (39) og Paamiut (12).
Í løtuni liggja 10 fólk á sjúkrahúsi í Grønlandi við koronu.