Í minsta lagi 66 fólk hava latið lív í ógvusligum samanbrestum í Sýrialandi í dag. Tað sigur ein mannarættindafelagsskapur, sum hevur høvuðsstøð í London. Sambært felagsskapinum og øðrum keldum skutu stjórnarhermenn 19 fólk í samanbrestum í høvuðsstaðnum Damaskus.
Eygleiðararnir hjá Arabisku Samgonguni, sum eru í Sýrialandi, eru givnir við eftirlitsarbeiðinum. Avgerðin er ein roynd at mótmæla framferðini hjá sýriska stýrinum. Samstundis hevur Arabiska Samgongan sagt, at stýrið í Damaskus hevur ikki hildið semjuna, sum samgongan gjørdi við stýrið herfyri. Semjan bar millum annað í sær, at stjórnin skuldi taka hermenninar úr býunum, men tað er ikkii gjørt. Tvørturímóti hevur stjórnin sambært álítandi keldur sent umleið 2.000 hermenn inn í fleiri býir.
-Tað er kríggj í Damaskus, og lík liggja í gøtunum, sigur ein mótmælismaður við fronsku tíðindastovuna AFP.