Onnur uppboðssølan av trimum, sum skal verða av 20.000 tonsum av makreli, var í gjár.
Tað er Fiskimálaráðið, sum selir makrelin og uppgávuna at standa fyri søluni hevur ráðið latið Fiskamarknaði Føroya.
Sambært kunngerð nr. 93 frá 29. juli 2011 um uppboðssølu av makrelkvotum skal Fiskamarknaður Føroya kunnað um uppboðssøluna.
Hin fyrsta uppboðssølan var hin 26. juli, og tá vórðu 7.000 tons seld fyri slakar 12 miljónir krónur, harav felagið Fjord Fishing keypti 6.500 tons av samlaðu nøgdini.
Nógv dýrari
Í gjár var so onnur uppboðssølan, har makrelur varð boðin út, og hesaferð var prísurin fyri kvotuna munandi betri enn við fyrru søluna.
Við søluna í juli var miðalprísurin fyri kilo 1,70 krónur, men í gjár var miðalprísurin heilt uppi á 4,68 krónum fyri kilo.
Seks skrásettir og luttakandi keyparar vóru á uppboðssøluni í gjár, og tað vóru fýra sum keyptu.
Aftur hesaferð var tað felagið Fjord Fishing and Finance Company, sum keypti størstu nøgdirnar av makreli, nevniliga 4.920 tons tilsamans.
Umframt Fjord Fishing keyptu trý onnur feløg makrel á uppboðsøluni. Framherji keypti 1.505 tons, Næraberg 555 tons, og Thor keypti 20 tons.
Í mun til søluna hin 26. juli, tá landið fekk slakar 12 miljónir krónur burtur úr, gav sølan í gjár landinum stívliga 32,7 miljónir krónur.
Tað var Ludvík við Stein, ið umboðar eina av heimsins størstu fiskivinnufyritøkum og har ímillum stóra móttøkuskipið, Layfaiette, sum keypti tey sløku 5.000 tonsini. Hetta gjørdi hann um glastrevjabátin, Herbjørg. Prísurin fyri tey tilsamans 4.920 tonsini av óveiddum makreli var 23 miljónir krónur.
Væl nøgdur
Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, segði seg eftir søluna í gjár vera væl nøgdan, og hann tóktist ikki sørt ovfarin av, at sølan hevði givið so nógvar miljónir krónur í landskassan.
Landsstýrismaðurin minti ikki sørt um ein rættiligan jólamann á sjónvarpsskíggjanum í Degi & Viku í gjárkvøldið, tá hann lovaði pening burtur av søluni, bæði til Havstovuna og Fiskiveiðieftirlitið.
Johan Dahl segði seg eisini vera væl nøgdan við søluna, sum var hin 26. juli, sum gav ein góðan triðing av søluni í gjár, tó at nøgdirnar av makreli tá júst vóru tær somu.
Enn er dagurin ikki ásettur, nær tey seinastu 6.000 ella 7.000 tonsini, sum eftir eru at selja, verða seld á Fiskamarknaði Føroya. Men ialeyst er umráðandi, at tey verða seld nakað skjótt, tá trupult er at siga, hvussu leingi lønandi makrelfiskiskapur verður í føroyskum sjógvi, nú august mánaði er um hálvrunnin.
Tað verður eisini spennandi at fylgja við, hvussu gávumildur landsstýrismaðurin verður yvirfyri Havstovuni og Fiskiveiðieftirlitinum, tí báðir stovnarnir hava vanta pening fyri at røkja sínar uppgávur.
Alternativið
Landsstýrismaðurin sigur seg í løtuni ikki duga at síggjar aðrar møguleikar enn teir, vit síggja í dag, nú útlendsk áhugamál fara avstað við stórum og dýrum tilfeingi og hava stór móttøkuskip úti á fiskifeltunum.
Móttøkan hjá Faroe Pelagic í Kollafirði hevði ongan møguleika havt at tikið ímóti øllum makrelinum, sum veiddur verður í føroyskum sjóøki í løtuni.
Í Degi & Viku í gjárkvøldið vísti Johan Dahl á, at um hesi skip ikki vóru komin í føroyskan sjógv og høvdu tikið ímóti makreli, hevði ivaleyst ein nógv størri partur verið endaður hjá Havsbrún í Fuglafirði, har fiskurin hevði farið til fóður.