Í mai skipaði Tórshavnar kommuna fyri árligu ruddingardøgunum. Nógvar tilmeldingar vóru, og serliga vóru tað dagstovnar, skúlaflokkar og eigarafeløg, sum vóru røsk at fara út at rudda í nærumhvørvinum. Tilsamans var 54,4 tons av burturkastið fingið til høldar í sambandi við ruddingardagarnar.
Í sambandi við ruddingardagar varð skipað fyri myndakapping í trimum ymiskum myndabólkum: Tann vakra, tann ræðandi og tann stuttliga. Nógvar góðar og stuttligar myndir komu inn. Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, handaði í seinastu viku teimum trimum vinnarunum vinningin áljóðandi kr. 4.000 til hvønn.
Teir tríggir vinnararnir vóru:
- Tann vakra: 7. b í Skúlanum á Argjahamri
- Tann ræðandi: Dagstonvurin Kurla
- Tann stuttliga: 2.b í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini
Nakrar myndir, millum annað vinnaramyndirnar, eru at síggja niðanfyri. Myndin omanfyri er tann hjá 7. B á Argjahamri.
Fyrstu myndirnar í myndarøðini niðanfyri, eru tann vakra, tann ræðandi og tann stuttliga. Síðani er ein floksmynd av 7. b og hareftir útvaldar myndir av teimum, sum blivu sendar inn.
Fleiri myndir frá ruddingardøgunum eru á síggja á heimasíðuni hjá kommununi HER.