7 mánaðir fyri 3 kilo av hassji

Ein íslendingur varð mánadagin dømdur at sita sjey mánaðir í fongsli fyri at hava smuglað 2,9 kilo av hassji til Føroyar. Hann er harumframt vístur av landinum og hevur innferðarbann í fimm ár. Ákæruvaldið fer at kæra dómin, tí revsingin er ov lin

Mánadagin seinnapartin kom ein íslendari, ið er 29 ára gamal, fyri Føroya Rætt. Hann var í fyrsta lagi ákærdur fyri at hava smuglað umleið trý kilo av hassji til Føroyar við Atlantic Airways fríggjadagin 31. januar.
Løgreglan í Keypmannahavn hevur eisini tikið mannin við smáum nøgdum av rúsevnum á sær í oktober í fjør,og hesar ákærur vórðu eisini viðgjørdar. Talan var um eini 10 gramm av amfetamini, 80 gramm av hassji og ein hálvan bolla av ecstacy.
Ákærin kravdi, at revsingin ikki var minni enn eitt ára fongsul, men dómarin gav bara sjey mánaðir, sum verjin mælti til. Ákæruvaldið fer nú at kæra dómin til Eystara Landsrætt, tí tað metir ikki, at dómurin er nøktandi.
Maðurin varð eisini dømdur at rinda sakarmálskostnaðin. Løgreglan í Keypmannahavn legði hald á 7.000 krónur, sum lógu í madrassuni í bústaðinum hjá manninum, og hesin peningur verður latin fyri sakarmálskostnað.

Í stórari skuld
Maðurin greiddi frá í rættinum, at hann var komin í stóra skuld til sín fasta veitara av rúsevnum í Christiania í Keypmannahavn. Um hann tó hevði trý kilo av hassji við sær til Íslands, skuldi skuldin strikast.
Orsøkin til skuldina var hon, at hann hevði roynt at smugla eitt kilo av marihuana til Noregs fyri henda veitaran, men hann varð tikin av norsku løgregluni á sumri í fjør. Tí var hann komin at skylda 25.000 krónur, sum hann ikki kláraði at rinda aftur. Ein annar møguleiki var tó at veita aðrar tænastur sum t.d. at smugla. Hann vildi tó ikki siga í rættinum, hvør hesin veitarin er.
Ákæruvaldið heldur, at tá maðurin tríggjar ferðir er tikin fyri brot á rúsevnislógina innanfyri eitt ár, eigur hann at verða dømdur harðari. Tí verður dómurin kærdur.
Maðurin segði, at hann hevði mistikið seg við ferðaætlanini hjá Atlantic Airways og Icelandair. Ætlanin hjá honum var at fara beinleiðis víðari til Íslands, eftir at hann hevði lent í Føroyum, men flogfarið var longu farið. Tí ætlaði hann sær til Havnar, men hann varð tikin av tollvaldinum.
Maðurin lovaði bót og bata í framtíðini. Hann ætlaði sær aftur til Íslands at arbeiða og forvinna eitt sindur av peningi fyri síðani at rinda skuldina aftur.
Hann verður væntandi fluttur til Danmarkar at sita dómin.