70 færri smittutilburðir í gjár

Smittutrýsti lækkar nakað, og miðaltalið av smittaðum seinstu sjey dagarnar er nú 110 oman fyri reyða markið hjá landsstýrinum

Í gjár vóru 209 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

2372 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 1307 smittað, tvey eru innløgd, og 15 eru deyð við koronu í Føroyum.

Smittutrýstið er lækkað nakað, úr 9,6 prosent í fyrradagin í mun til 8,8 prosent í gjár. 

Miðaltalið av teimum smittaðu teir seinastu sjey dagarnar veksur støðugt, nú er talið komið upp á 185, sum er 110 oman fyri reyða markið í tilmælinum frá Landsstýrinum, sum korini ikki er broytt