Leygardagin stevnir Norröna frá Hanstholm við kós móti Føroyum við góðum 500 jólagestum og 125 bilum umborð. Talan er um eitt sindur fleiri siglandi jólagestir enn í fjør, tá talið var 430.
Mikudagin 22. desember ger Norröna aftur ein jólatúr úr Hanstholm til Havnar, har hon verður jólaaftan. Tá verða umleið 200 jólagestir og 21 bilar við umborð.
Hetta er annað árið á rað, at Norröna siglir við ferðafólki millum Danmark og Føoyar um jólini.
Góð marknaðarføring
? Vit hava í ár gjørt nógv við at marknaðarføra vetrarsiglingina hjá Norrönu, og sæst hetta nú aftur í ferðafólkatalinum um jólini.
Áki Jespersen, leiðari á ferðamannadeildini hjá Smyril Line, er sannførdur um, at tað er miðvísa marknaðarføringin, ið er orsøkin til økta ferðafólkatalið á jólum í ár.
? Fólk hava uppdagað, hvussu nógv bíligari tað er at ferðast sjóvegis, tá talan er um familjur, og tí velja fleiri og fleiri at ferðast sjóvegis, eisini um veturin. Harafturat ber tað jú eisini til at hava bilin við, tá tú ferðast við Norrönu, vísir leiðarin á ferðafólkadeildini hjá Smyril Line á.
Áki Jespersen sigur, at Smyril Line framhaldandi ætlar sær at gera nógv burturúr at marknaðarføra vetrarsiglingina, og miðar hann ímóti, at enn fleiri jólagestir velja at koma heim við Norrönu næstu jól.
Hugnaligur túrur
? Tað er sjávandi skjótt og lætt at koma heim til jóla við flogfari. Serliga, um jólafrítíðin er stutt, og tú tískil ikki hevur nógvar dagar at geva av. Men skal ein heil familja heim til Føroya at halda jól, er tað hugnaligt og lætt at koma heim við Norrönu.
Áki Jespersen vísir á, at nógv verður gjørt burturúr at hugna um umborð á skipinum jólatúrarnar. Tónleikur og undirhald verður á skránni, jólapynt er hongt runt skipið, og hartil verður stóra matstovan opin jólatúrarnar.
Veðrið hevur verið gott á seinastu túrunum hjá Norrönu, og vónar ferðafólkaleiðarin hjá Smyril Line, at tað sama fer at vera galdandi fyri jólatúrarnar.
Smábýtt avstað aftur
Jólagestirnir fara ikki avstað aftur til Danmarkar við Norrönu í eins stórum klumpum, sum tey komu til Føroya. Til túrin 1. januar vera 250 ferðafólk og 50 bilar, meðan hagtølini fyri túrin 7. januar vísa á 290 ferðafólk.
Norröna siglir eisini av Havnini við kós móti Hanstholm jólaaftan, men tá er talan um ein reinan og skaran farmatúr.