7,2 prosent meira í persónsskatti

Tað var serliga í januar og februar, at Sjóvar kommuna hevði stóran vøkstur í persónsskattinum.

Fyrsta ársfjórðing í ár fekk Sjóvar kommuna 6.880.560 krónur í persónsskatti. Hetta er ein vøkstur í mun til somu tíð í fjør á 7,2 prosent.

Sambært viðhefta yvirliti er vøksturin í persónsskattinum serliga stórur í januar og februar í ár í mun til somu mánaðir í fjør.

Í mars í ár er bara ein lítil vøkstur í mun til mars síðsta ár, men samanlagt fyri hesar tríggjar mánaðirnar er samlaði vøksturin til 7,2 prosent.

Tað veit Sjóvar kommuna at siga.