Tað frættist ikki nógv um, hvussu tað gongur hjá ukrainsku herdeildunum, sum fyrr í vikuni tóku seg fleiri kilometrar inn í Russland.
Talan er um serliga um ukrainsk álop í Kursk-regiónini, sum liggur við markið til Ukraina.
Russiskir myndugleikar hava lýst undantaksstøðu í pørtum av regiónini, og tíðindastovan Reuters veit í dag at siga, at russiskir myndugleikar nú hava flutt fleiri enn 76.000 fólk úr økinum.
Sambært Reuters eru fleiri túsund ukrainskir hermenn næstan 20 kilometrar inni í Kursk-regiónini, og fleiri útlendskir miðlar siga, at ukrainska átakið hevur tikið Vladimir Putin á bóli.
Sjálvur hevur russiski forsetin rópt ukrainska átakið í økinum eina stóra hernaðarliga "provokatión".
Longu hósdagin í vikuni heitti guvernørurin í Kursk-regiónini, Aleksej Smirnov, á sínar íbúgvar um at søkja sær skjól.
Guvernørurin hevur sagt á boðtænastuni Telegram, at endamálið við lýstu undantaksstøðuni í økinum er at "avmarka avleiðingarnar frá fíggindanum", sum hann tók til.
Myndin oman fyri skal vera tikin í gjár, tá nógv fólk royndu at koma sær burtur úr russiska býnum, Rylsk í Kursk-regiónini - undan ukrainsku herdeildunum.
Lesið eisini: Putin tikin á bóli - https://www.in.fo/news-detail/serfroedngur-putin-tikin-a-boli