77 fleiri føroyingar arbeiðsleysir

Í november í ár blivu 77 føroyingar afturat, arbeiðsleysir.

Tað vísir uppgerðin hjá Hagstovuni yvir arbeiðsloysið í Føroyum. Talið á fulltíðararbeiðsleysum minkaði frá apríl í til september, men vaks so aftur í oktober og november.

Í prosentum er størst arbeiðsloysið í Suðuroy, har tað er 8,9 prosent.

Men í tali er tað, ikki óvæntað, størst í Streymoy og síðani í Eysturoy, har tað eisini býr nógv mest fólk.

Arbeiðsloysið er annars størst í aldursbólkinum 55 til 66 ár, har tað er 7,4 prosent.

Alt hetta førir við sær, at samanlagt vaks arbeiðsloysisprosentið úr 5,4% í oktober, uppí í 5,5% í november.

Men annars er arbeiðsloysið sum heild óbroytt, í ár, 5,7%.

Í november vóru 782 mannfólk og 717 konufólk og tilsamans eru sostatt 1.499 fólk fulltíðararbeiðsleys.

Men síðani er eisini Fiskavirking farin á húsagang og tí er arbeiðsloysið nógv økt uppundir jól.

Sjálv um tað eru fleiri mannfólk arbeiðsleys enn konufólk, so er støðan tann øvugta, tá ið við umrokna til prosent. Í november var arbeiðsloysisprosentið hjá konufólki 5,8% og hjá mannfólki var tað 5,3%.

Hendan talvan vísir gongdina í arbeiðsloysinum frá 2008 til november í ár. Tann heilt myrka strikan er arbeiðsloysið tilsamans, tann ljósasta strikan er arbeiðsloysið hjá konufólki og hin strikan er so arbeiðsloysið hjá mannfólki.