POLITIKKUR: Síðani Føroyar fingu heimastýri í 1948 hava vit havt 22 skrásett landsstýri. Hóast vit hava havt løgtingsval 17 ferðir síðani, so eru landsstýri umskipað nakrar ferðir.
Áðrenn nýggju stýrisskipanarlógina, sum kom at virka fult út frá løgtingsvalinum í 1998, var landsstýrið eitt kollegialt stýri, sum varð valt av løgtinginum. Nú er tað løgmaður, sum verður valdur av løgtinginum, og hann tilnevnir hini landsstýrisfólkini.
Á listanum niðanfyri síggja vit, hvussu leingi hesi 78 fólkini hava sitið í landsstýrinum. Vit síggja eisini, hvussu leingi tey 11, sum hava verið løgmenn, hava sitið.
Teir fýra løgmenninir, Andrass Samuelsen, Petur Mohr Dam, Pauli Ellefsen og Edmund Joensen, hava ikki sitið sum vanligir landsstýrismenn – einans sum løgmenn.
Listin sær soleiðis út:
Landsstýrismenn - ár
1. Jákup Lindenskov 11
2. Niels Winther Poulsen 8
3. Eilif Samuelsen 8
4. Bjarni Djurholm 8
5. Sámal Petur í Grund 7
6. Hákun Djurhuus 6
7. Sámal Petersen 6
8. Dánjal Pauli Danielsen 6
9. Demmus Hentze 6
10. Ivan Johannesen 6
11. John Petersen 6
12. Jóannes Eidesgaard 6
13. Eyðun Elttør 6
14. Karsten Hansen 6
15. Høgni Hoydal 6
16. Finnbogi Ísakson 5
17. Vilhelm Johannesen 5
18. Olaf Olsen 5
19. Anfinn Kallsberg 5
20. Jóngerð Purkhús 5
21. Kristian Djurhuus 4
22. Richard Long 4
23. Edward Mitens 4
24. Karsten Hoydal 4
25. Erlendur Patursson 4
26. Eli Nolsøe 4
27. Peter F. Christiansen 4
28. Petur Reinert 4
29. Tórbjørn Poulsen 4
30. Páll Vang 4
31. Niels Pauli Danielsen 4
32. Lasse Klein 4
33. Jógvan Djurhuus 4
34. Thomas Arabo 4
35. Jacob Vestergaard 4
36. Jørgen Niclasen 4
37. Jógvan á Lakjuni 4
38. Hans Pauli Strøm 4
39. Bjørn Kalsø 3,9
40. Bárður Nielsen 3,3
41. Signar á Brunni 3
42. Svend Aage Ellefsen 3
43. Helena Dam á Neystabø 3
44. Jógvan Sundstein 3
45. Marita Petersen 2
46. Jóan Petur Davicsen 2
47. Louis Zachariassen 2
48. Ásbjørn Joensen 2
49. Hergeir Nielsen 2
50. Heðin M. Klein 2
51. Jógvan Ingvard Olsen 2
52. Andrias Petersen 2
53. Finnbogi Arge 2
54. Páll á Reynatúgvu 2
55. Bill Justinussen 2
56. Jógvan við Keldu 1,75
57. Óli Jacobsen 1,6
58. Kristian Magnussen 1,5
59. Villi Sørensen 1,2
60. Thorstein Petersen 1
61. Ole Jacob Jensen 1
62. Bergur Jacobsen 1
63. Axel Nolsøe 1
64. Óli Holm 1
65. Tórbjørn Jacobsen 1
66. Annlis Bjarkhamar 1
67. Atli Dam 0,8
68. Karolina Petersen 0,8
69. Magni Laksafoss 0,7
70. Tordur Niclasen 0,4
71. Karl Heri Joensen 0,4
72. Annita á Fríðriksmørk 0,25
73. Heðin Zachariassen 0,17
74. Johan Dahl 0,1
Løgmenn, sum ikki hava verið landsstýrismenn:
Petur Mohr Dam 6
Pauli Ellefsen 4
Edmund Joensen 4
Andrass Samuelsen 2
Allir løgmenn Føroya:
Atli Dam 17
Kristian Djurhuus 10
Anfinn Kallsberg 6
Petur Mohr Dam 6
Hákun Djurhuus 4
Pauli Ellefsen 4
Edmund Joensen 4
Jóannes Eidesgaard 4
Andrass Samuelsen 2
Jógvan Sundstein 2
Marita Petersen 1,6
Verið løgmenn + landsstýrismenn
Atli Dam 17,8
Kristian Djurhuus 14
Anfinn Kallsberg 11
Jóannes Eidesgaard 10
Hákun Djurhuus 10
Jógvan Sundstein 5
Marita Petersen 3,6