Tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar hevur Klaksvíkar kommuna fingið hálva níggjundu millión meiri í kommunuskatti, enn tað komu inn níggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Í miðal hevur samlaði kommunuskatturin níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár verið 7,28 prosent hægri, enn hann var tað sama tíðarskeið í fjør.
Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu tað hevur hilnast hjá kommununum. Ein av teimum, sum tað hevur vignast væl hjá, er Klaksvíkar kommuna.
Tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár var kommunuskatturin 8,5 milliónir hægri, enn hann var tað í fjør. Inntøkan í ár var 87,6 milliónir. Í fjør var hon 89,1 millión.
September mánaði royndist væl hjá klaksvíkingur. Tað komu 1,2 milliónir krónur ella 12,01 prosent fleiri skattakrónur inn í september í ár, enn tað gjørdu tað í fjør hjá Klaksvíkar kommunu.