80 ára dansikvøld við Mylius og Magnussen

Fríggjakvøldið 6. juni verður eitt serstakt 80 ára dansitiltak í Hoyvíkshøllini.

Fríggjakvøldið 6. juni verður eitt serstakt 80 ára dansitiltak í Hoyvíkshøllini. Tá kemur kendi danski plátuvendarin, sjón-og útvarpsverturin, Jørgen De Mylius, til Føroyar at undirhalda við góðum dansitónleiki úr áttatiárunum. 

 

Jørgen er eisini kendur sum frásøgumaður og vertur í samband við evropeiska Melodi Grandprix. Men, tey flestu kenna hann eisini sum tann væltalandi vertin í tónleikasendingini - Eldorado - sum var ein hin mest sædda tónleikasendingin í áttatiárunum.

 

Øll árini hevur Jørgen De Mylius verið virkin plátuvendari til ymiskt tiltøk kring um í Danmark, tá góður dansitónleikur frá áttatiárunum hevur verið á skránni, og hann er eisini nógv umbiðin.

 

Seinast Jørgen de Mylius var í Føroyum, var í áttatiárunum, og hóast hann hevur verið boðin henda vegin aftur, hevur tað ikki borið hjá honum.

 

Men, nú verður tað, og nú kunnu allir føroyingar gleða seg til eitt gott 80 ára dansikvøld við øllum, sum har til hoyrir.

 

Stórur dentur verður lagdur á, at tað er gott pláss at dansa, umframt at ljóð og ljósviðurskiftini hóska til bæði oyru og eygu. Høllin verður prýdd, so rætti 80 ára stemningurin kemur í hásæti.

 

- Sum príkkurin yvir i´num, eru vit so heppin, at okkara allar besti útvarpsundirhaldari, Jákup Magnussen, eisini kendur sum diskobeiggin, kemur í  Hoyvíkshøllina at leggja løg á hetta kvøldið.

 

Tað sigur Giza Hoyvík, sum stendur aftan fyri stóra dansitiltakið.

 

Lagt verður aftrat, at tað als ikki er av tilvild, at Jákup Magnussen verður kallaður diskobeiggin.

 

- Tá tosað verður um góðan 80 ára dansitónleik, er tað neyvan nakar, sum veit meira um júst tað enn Jákup, sum eisini er kendur frá útvarpsendingini “Plátubarrin”, siga fyrireikararnir av stóra tiltakinum í Hoyvíkshøllini.