TOFTIR
Tá Sosialurin var ein túr fram við bryggjukantinum á Toftum seinnapartin mánadagin, stóð 80 ára gamli, pensjóneraði lærarin, Jónsvein Mikkelsen, og stákaðist við eitt 4-mannafar úr Kaldbak, sum hann hevði standandi uppi á landi. Tó at Jónsvein var lærari í mong ár, hevur honum altíð dámað væl at søkt sjógvin, og tað ger hann framvegis, nú árini eru vorðin mong.
- Eg geri mær bátin kláran. Hann verður vaskaður og flotaður aftur, segði Jónsvein, sum hevur havt og framvegis hevur eina góða heilsu.
Í nógv ár hava hann og synirnir havt glastrevjabát, og í dag hava teir eisini ein skjóttgangandi glastrevjabát.
- Sonur mín, Per, sum býr Við Sjógv á Strondum, hevur bátin har yvir hjá sær, sigur fryntligi maðurin.
Men Jónsveini dámar væl at rógva, og tí hevur hann eisini hetta 4-mannafarið, sum hann plagar at verða á floti í inni á Skálafjørðinum, eins og hann eisini brúkar bátin, tá kappsigling er við seglum.
Dámar felagsskapin
Jónsvein er parteigari í róðrarbátinum og 10-mannafarinum Dvørgamoy, og hann er eisini parteigari í seksæringinum og róðrarbátinum, Greipi. Honum dámar væl at vera við í tí felagsskapi, sum er millum manningina og aðrar bátsmanningar, tá bátarnir plaga at verða við á stevnum og bátafestivalum kring um í landinum.
- Eg fylti áttati hin 8. mars, sum er altjóða kvinnudagur. Sjálvur visti eg einki um hendan kvinnudagin fyrr enn á gamalsaldrinum, og nú hava kvinnurnar tikið hendan dagin frá mær, sigur hann skemtandi.
Tá vit hugdu fram við, lá Jónsvein undir 4-mannafarinum og vaskaði botnin á báti sínum.
- Eg plagi at royna úti fyri her, og ofta royni eg við tráðu, ið eg sum oftast egni. Viðhvørt royni eg við pilki. Ymiskt er, hvat roynist. Sum oftast er so mikið av fiski av fáa við landið, at eg fái tað, sum vit hava brúk fyri. Mest er av gráum fiski, og so viðhvørt er eisini hvítingur at fáa. Tað er eisini komið fyri, at eg havi fingið onkra sild á berum húki, leggur hann aftrat.
Jónsvein er tó ikki bara í 4-mannafarinum, tá hann og synirnir eiga góðan bát, sum í minsta lagi gongur einar 18 sjómíl um tíman.
- Jú, tað kann vera hent at kunna flyta seg skjótt viðhvørt, tá tú skalt passa sjóvarfall. Eg haldi, at eg mundi vera einar fýra ferðir eystanfyri í tí størra bátinum í fjør.
Jónsvein sigur, at honum dámar líka so væl at rógva 4-mannafarið, sum at vera í størra bátinum.
- Í 4-mannafarinum er ferðin kanska 1-2 sjómíl um tíman, men tað er eisini ein deilig løta, tá tú ert á floti við árum. Nú er langt síðan, at viðfestismotorurin gekk fyri, og síðan havi eg bara brúkt árarnar.
Hann sigur, at ein orsøkin til, at hann brúkar tráðu og ikki tein inn á fjørðinum, er, at kunsttilfarið undir tráðunum er klænt og sterkt, og tá hetta tekur lítlan sjógv á seg, er heldur ikki neyðugt við nøkrum stórum loddi undir.
- Hetta er rættiliga lættur reiðskapur, leggur hann aftrat.
Jónsvein Mikkelsen heldur annars, at besta fiskitíðin til smáfisk er um heystarnar.
Túrarnir fækkast
- Jú, mær dámar ógvuliga væl at vera á floti, og mær dámar eisini ógvuliga væl at rógva saman við øðrum monnum við Dvørgamoy og Greipi. Men nú man fer at eldast, munnu túrarnir eisini fara at fækkast. Ikki tí, eg havi havt góða heilsu, leggur hann aftrat.