Fyrr í dag bar Portalurin tíðindini um, at skipini, sum fiska makrel í føroyskum sjógvi, nú royna norður móti markinum til altjóða sjógv. Lítil íblandingur er av sild, og tað gongur væl hjá skipunum at halda seg undir hámarkinum fyri hjáveiði sum er 10%.
Sambært Norðlýsinum, sum endurgevur Fiskiveiðieftirlitið, fór samlaða makrelveiðan í føroyskum sjógvi í dag upp um tey 93.000 tonsini. Sagt verður, at nú tey stóru nótaskipini fiska av felagskvotu, verða eini 15.000 tons fiskað um vikuna.
Samlaða føroyska makrelkvotan í ár táttar í 150.000 tons, harav russar fáa umleið 15.000 tons í býti við tosk úr russiska partinum av Barentshavinum.