93 ár og fornýggjað koyrikortið

Herborg Olsen í Vestmanna er 93 ára gomul og er framvegis virkin bilførari. Hon tók koyrikort fyri 40 árum síðan og hevur júst nú fingið tað fornýggjað

Í Flatabø í Vestmanna  stendur ein snotisligur Toyota Corolla niðri á vegnum. Í teimum hvítu betonghúsinum nakað niðanfrá stendur Herborg Olsen, sum er ættað úr Sandavági, í vindeyganum, hon eygleiðir fólk, sum koma niðan brekkuna.
 
Hóast sín høga aldur brúkar Herborg ikki brillur. Vit snara inn í túnið hjá henni oman fyri húsini. Hon er fim á fótum, tá vit banka upp á, er hon longu komin út í gangin.
 
Sosialurin hevði onga avtalu frammanundan við Herborg, men tá vit fortelja henni, at Sosialurin er í ferð við at gera eitt bilblað, har vit ætla at skriva um hana, flennur hon hjartaliga. Eg við í einumbilblað, hví tað, spyr hon og flennur aftur, kom innum lat meg hoyra, hvat ætlanin er.
 
Vit koma innar í hugnaligu stovuna og fortelja Herborg nærri um ætlanina. Vit greiða henni frá, at ein 90 ára gamal maður av Toftum var í blaðnum í oktober mánaði 2004, og sum framvegis koyrdi bil, so hví ikki skriva um eina 93 ár gamla konu úr Sandavági, sum býr í Vestmanna, sum framvegis koyrir bil.  
 
Tað gongur ein løta, áðrenn Herborg fær samanhang á tí, sagt verður, at hon skal verða høvuspersónur í eini søgu í einum bilblað. Men so sigur hon við einum smíli, aju hvat tá, eg eri sera stolt, at eg  sum 93 ára gomul  júst havi fingið koyrikoyrtið sendandiaftur. Næstseinasta mikudag var hon hjá Páll Hansen, svíninginum, sum er lækni í Vestmanna, og longu mikudagin eftir fekk hon koyrikortið sendandi frá Akstovuni, tí heilsuni bilar einki.
 
Eg havi tað gott, og eg síggi sum ein unglingi,eg brúki ikki brillur. Heilsuváttanina skal eg útvega hvørt ár, og tað er eingin trupulleiki. Herborg er so stolt av sínum nýggja koyrikorti, hon reisist og fer at leita eftir koyrikortinum, so vit á Sosialinum kunnu síggja tað.      
 
 
Koyrikort í 1966
 
Herborg tók koyrikort á fysta sinni í 1966, hon minnist, at tað var um tað mundið, fast bleiv uppi á Oyggjarvegnum til Havnar, so eg havi haft koyrikort í 40 ár í ár, leggur hon afturat flennandi. 
 
Tey seinastu 15 árini havi eg koyrt við automatiskum girum. Tað var onkur sum helt, at eg burdi fingið mær automatisk gir. Eg var eitt sindur ivasom í byrjanini, men tvætl,tað er sum dagur og nátt, sigur Herborg, tú setur bara í Drive, og so er tað bara spitarin og bremsan, deiliga lætt.  
 
Herborg keypti sær nýggjan bil í 2001, hin var so tungur at stýra, men hesin er so deiligur sigur hon, og peikar oman á vegin,bilurin  er ein Toyota Corolla.
 
Tað eru bert 10 ár síðan Herborg koyrdi uttanlanda, so heldur ikki tá bilti áræði hennara. Hon fór niður at vitja Svein, ommusonurin úr Havn, sum lærdi til kokk í Løgstør. Svein hevði stundir at koma við ommuni til Hanstholm, men fekk ikki arbeiðsgevarin at geva sær fríð, so hann kundi fylgja henni aftur til Hanstholm.
 
Eg spurgdi ommusonin, um eg so skuldi koyra sjálv til Hanstholm, ja hatta klárar tú sagtans, svaraði hann aftur. Hann vísti mær á eina brúgv, so eg kom trygt út úr Løgstør.
 
Eg kom so beint til Hanstholm, eg var so glað tá eg sá skeltið, har tað stóð HANSTHOLM, tí eg var jú einsamøll og 83 ár tá, hvat heldur tú, ha. 
 
Herborg sigur, at hon koyrir hvønn dag. Hon er ofta í Havn og vitjar dóttrina, Nellu. Eg koyri eisini inni í býnum, og ljóslyktirnar (ljósreguleringin) tær havi eg einki problem við, tað er so greitt tað heila.
 
Eg koyrdi altíð í gjøgnum Kalbakstunnilin fyrr, men eg haldi at tað er meira friðaligt uppá omanfyri (Oyggjarvegurin), so nú koyri eg altíð har, tá eg fari til Havnar.
 
Eg koyri mær ein túr til Sandavágs viðhvørt, so deiligt við hasum undirsjóvartunilinum. 
 
Herborg misti mannin, Pola, fyri um 11 árum síðani. Hon er einsamøll í húsi, men júst tí er tað so hent at hava koyrikortið og bilin, so sleppi eg, har eg vil.
 
Vit takka fyri samrøðuna og spyrja Herborg, um vit kunnu fylgjast oman á vegin, so vit kunnu taka eina mynd av henni og bilinum saman, jú tað kunnu vit gott, svarar hon og kínur hárinum, spyr líkasum - man hetta verða á góðari leið til eina mynd.
 
Løtt uppá sporið kemur hon út í gangin tveitur ein jakka upp á seg og eitt turriklæði upp á høvdið og so avstað oman brekkuna.
 
Vit klikkja og takka fyri eina sera hugnaliga løtu saman, hon vinkar og rópar: vithoyrast og flennur so hjartaliga.