Livilíkindini og skúlaverkið í Tanzania tolir onga samanbering við tað, sum vit kenna frá okkara heimsparti.
Ein skúli nýtist ikki at hava borð og stólar, kostnaðarmikla telduútgerð ella fyri tað - tekju.
Í Tanzania verður skúlin bygdur, so hvørt sum peningur er tøkur. Í myndamappuni hjá Elnu funnu vit myndina av einum skúlastovu, har bert veggir og ein talva var tøk. Hesin skúlin hevur sæð soleiðis út síðani Elna Skylv Hansen fyri tveimum arbeiðum síðan byrjaði at arbeiða í Tanzania. Hon sigur, at tekjan kemur, tá bygdin hevur pening at keypa tilfar fyri.
Kortini er 49 ára gamla Elna Skylv Hansen, ráðgevi í skúlamálum, væl nøgd við sín gerandisdag á oynni Ukerwe í Viktoriasjógvinum, haðani hon ferðast til teir 81 skúlarnar í økinum. 800 lærarar og 35.000 næmingar hoyra til hennara starvsøki.
Hon er útsend av » Mellemfolkeligt Samvirke» at vera við í einum projekti at menna skúlaverkið, og arbeiðir á høvuðslæraramiðstøðini.Umframt hana eru nýggju smærri læraramiðstøðir, sum tilsamans tæna teimum 800 lærararunum í økinum.
Tolsemi krevst
Uppgávan hjá Elnu er at skipa fyri skeiði o.ø. fyri lærarar. Har koma tveir lærarar á skeið frá hvørjum skúla, og teir fara heimaaftur á sína miðstøð at undirvísa. Hetta kallast ein »splach-effekt», og hevur til endamáls at spreiða vitan og kunnleika sum skjótast, og hervið menna skúlan.
? Mín uppgáva er at fáa høvuðsmiðstøðina at virka, saman við einum samskipara og hjálparfólki.? Tað kann ofta vera møtumikið, tí alt gongur so øgiliga seint, sigur Elna Skylv Hansen, og myndar orðini við at siga: - Um eitt bræv skal skrivast til skúlarnar, verður tað orðað á swahili. Tað kann taka drúgva tíð, og eg noyðist at spyrja upp í saman, áðrenn brævið verður avgreitt. Tað er eins og fyrr í tíðini í Føroyum: verður tað ikki gjørt í dag, so kann tað bíða til í morgin ella næsta dag, sigur Elna.
Hon er útbúgvin lærarari í Føroyum, men fór í 1993 til Grikkalands at arbeiða á einum málskúla.
Har var hon í eitt ár, men fór við yngstu dóttrini, sum byrjaði á handilsskúla í Danmark. Hon fekk tá starv á Norrøna Eftirskúlanum, og seinni á donskum ungdómsskúla.
Hóast Elna einaferð áður hevði søkt um at sleppa út at arbeiða fyri »Mellemfólkeligt Samvirke» og ikki fekk kjansin tá, royndi hon enn einaferð, og tá eydnaðist.
Spurd hví hon fór hinumegin knóttin at arbeiða, sigur Elna Skylv Hansen, at hon hevði hug at royna okkurt heilt annað, við øðrvísi avbjóðingum, enn tað hon var von við.
Hon hevur nú livað og virkað í Tanzania í tvey ár, og hevur júst endurnýggjað sáttmálan til ár 2000.
Hóast Elna býr í einum rímiliga góðum húsum, so er tað einki at reypa av, mótvegis sethúsunum heima. Tað lekur illa tá tað regnar, og el-megi er eingin í bygdini Nauisio, sum telur eini 10.000, har hon býr.
Hon hevur tó sólpanel til at taka,sum veitir orku til trý lampustøð. Eingin vatnleiðing er, og fólk noyðast at fara í ánnia eftir vatni. Ungfólk hava til arbeiðis at flyta vatn út til fólk. Tað kostar fýra krónur fyri 100 litrar. Av tí at Elna hevur stóran urtagarð, hevur hon brúk fyri 300 litrum um dagin. Umstøðurnar eru annars góðar, heldur Elna.
Bert ein trupulleika hevur Elna. Hon er sera plágað av flogmýsum, sum búleikast á ovastalofti. Av og á verða tær royktar út, men tær finna altíð innaftur.
Tá tað er myrkt koma tær fram, hanga undir gardinunum ella undir sofuni, og so noyðist hon at fara á flogmúsaveiðu. Hesar eru so lítlar, at ein fluguklamsari er nóg mikið at fáa lívið av teimum.
? Tað er einki stuttligt at drepa flogmýs, men tað noyðist eg bara at gera, sigur Elna Skylv Hansen.
Tríggir vaktarmenn
og arbeiðskonu
Hon hevur annars tríggjar vaktarmenn í arbeiði.Tveir skiftast um at vera á varðhaldi um næturnar, og hin er á varðhaldi um dagin, sum samstundis røkir urtagarðin.
Umframt tað hevur Elna Skylv Hansen eina arbeiðskonu, sum kemur til arbeiðis kl. átta á morgni. Hon vaskar og strýkur klæði, matger og ger annars alt fyrifallandi arbeiði í húsunum.
? Klæðini verða vaskað við hond, og alt skal strúkast - sjálvt sokkarnir, av tí at eitt smákykn setist í klæðini undir vaskingini, sum troðkar seg inn í holdið. Tí mugu øll klæðini strúkast, fyri at vissa teg um, at kyknini eru deyð, áðrenn tú letur teg í.
? Vit hava skyldu at hava fólk í arbeiði, tá vit verða útsend á henda hátt, men tað er bert væl. Eitt nú brúkar arbeiðskonan hjá mær eitt gamalt strúkijarn, av tí slagnum sum tú hitar við glóðum, eins og langommur okkara brúktu, sigur Elna.
Viðvíkjandi støðuni í skúlunum, so eru viðurskiftini eisini nógv øðrvísi.
? Bert fyri at nevna dømi, so havi eg vitjað ein skúla, har 72 næmingar eru í 3. flokki, og bert 15 bøkur til at taka í undirvísingini. Í øðrum skúla eru 96 næmingar í 7. flokki, og har eru 20 bøkur tøkar, sigur Elna Skylv Hansen.
Foreldrini aftra seg
Umleið 60 pst. av børnum í skúlaaldri ganga í skúla. Foreldrini skulu gjalda eina lítla upphædd í skúlapeningi, umframt at børnini skulu hava eyðkennisbúna, og nøkur oyru til heftir og blýantar. Tey foreldur, sum ikki senda børnini í skúla, halda, at tey fáa ov lítið fyri peningin, og velja tí at lata børnini arbeiða, og vinna nøkur oyru til húsarhaldið.
Hóast hetta, so heldur Elna Skylv Hansen, at hon hómar eina broyting í hesum viðurskiftum. Tá hon kom til Tanzania, biddaðu børnini oftani pening. Nú bidda tey ein blýant, og tað heldur hon vera eitt framstig.
Eisini eru børnini øgiliga áhugað í bókum. Fyri teimum eru bøkur gull, sigur Elna.
Hon hevur tí eisini ætlanir um at stovna eitt bókasavn fyri børn á høvuðsmiðstøðini. Har er eitt bókasavn, sum bert hevur fakbøur at bjóða, men nú er ætlaninat seta ein bókavør, og at víðka um savnið við barnabókmentum.
Liviumstøður hampuliga góðar
Annars eru liviumstøðurnar á oynni, har 200.000 fólk búgva, hampuliga góðar. Oyggin er til støddar sum Bornholm, har 50.00 fólk búgva.
Har er nógvur fiskur at fáa, og fólkið dyrkar meis, rótfruktir og søt epli. Á oynni er ikki hungursneyð, sum aðrastaðni í landinum. Fólkið er rímiliga væl fyri, men har er eingin hjálp at fáa, annað enn frá familjuni. Tær eru stórar og halda í flestu førum væl saman.
Lítið av kriminaliteti er har, men ungfólk eru farin at drekka meira. Ein øl kostar fimm krónur, og ein dagløn er 10 krónur. Elna veit ikki, hvussu tey ungu fáa pening til vega til øl, tí stórt arbeiðsloysi er millum ungfólk.
Flestu ungu hjálpa foreldrunum at dyrka jørðina, og nógv vinna sær nøkur oyru við at selja fruktir o.a..
Landið er fruktagott. Í løtuni vaksa mangofruktir og seinni búnast appelsinirnar. Elna heldur tað vera stuttligt at eygleiða børnini, sum hava til fragd at heinta fruktirnar, við at blaka steinar, fyri at fáa fatur í fruktunum. Hetta er eisini góð vitaminrík føði.
Halda hana duga alt
Um tað var vera hvítur í Tanzania, sigur Elna Skylv Hansen, at bert húðaliturin fær fólk at halda, at hon er meira enn hini, og at einki mark er fyri hvat hon er før fyri at greiða.
? Tá eg ein dagin kom inn í ein handil í býnum, hevði handilsmaðurin samlað ein barnavogn. Hann fekk tað kortini ikki at rigga, men tá tey sóu meg lætnaði. Tey veitraðu meg yvir at hjálpa sær við hesum.
Hóast Elna ikki visti hvussu hetta skuldi gerast, so noyddist hon at royna, og fekk tað eisini at rigga.
Tað er kanska einamest avbjóðingin, tá fólk sum Elna Skylv Hansen royna nýggjar avbjóðingar. Tað verður væntað av teimum, at tey megna alt, og so noyðist tey eisini at kýta seg, fyri at røkka málinum.
Fólkini í bygdini koma eisini til Elnu við sínum trupulleikum. Serliga biða tey umat lána pening. Tey halda, at øll hvít fólk eru múgvandi.
? Tað er ikki so løgið, sigur Elna. Eg búgvi í góðum sethúsum, við vøkrum urtagarði, havi arbeiðsfólk og koyri í stórum bili.
? Ikki løgið at tey halda meg vera ríka, serliga tá tey flestu á staðnum búgva í leirsmáttum, og sova á einari mottu á leirgólvi, sigur Elna Skylv Hansen.
Leingist eftir familjuni og fjøllunum
? Leingist tú ongantíð heimaftur?
? Eg veit ikki um eg leingist eftir Føroyum, men eg leingist eftir familjuni og vinfólkunum. Jú, eg sakni fjøllini, og tí fari eg ofta ein biltúr niðan á oynna, har útsýni er yvir Viktoriasjógvin og inn á meginlandið. Har eru fjøll, sum minna um fjøllini í Føroyum. Nú havi eg fingið telefon, og um fólk eru heppin og tolin, so ber til at fáa fatur í mær, eins og eg kann ringja, tó ikki til Føroya, sigur Elna.
Telefonútgerðin er sum í Føroyum fyri 50 árum síðan. Hon noyðist at kalla á eina telefonstøð, sum síðani ringir til aðra støð, og kanska eydnast at fáa samband við útheimin.
? Tað torførasta við at arbeiða í slíkumlandi er, at bíðast skal eftir øllum. Tí verða arbeiðstíðirnar eisini skiftandi. Elna arbeiðir kanska bert tveir tímar ein dag, tí einki fæst at rigga.
Hinvegin, so kann arbeiðsdagurin eisini vera 12 tímar, tá fundarrøðir og skeiðvirksemi er á skránni.
Tað er torført at skipa arbeiðið, tí alt er so óvist.
Telefonin sum fyri 50 ár síðan
Skulu telefonørindi avgreiðast, er best at royna kl. átta á morgni. Um hon er heppin, kunnu telefonboðini verða avgreidd áðrenn kl. 10.
Serliga long kunnu kvøldini eisini gerast, tí ljósútgerðin er so vánalig, at Elna ikki kann brodera ella arbeiða við fakligum uppgávum, tó at hon kann lesa skaldsøgur og skriva brøv. Tað hevur hon eisini stytt sær stundir við, tí hon er røsk at skriva heim.
Annars er sosiala lívið ikki so umfevnandi, tó at Elna Skylv Hansen hevur funnið sær vinir í býnum. Tað er ein handilsmaður og kona hansara, ið hava blandaðan landhandil, sum selur alt undantikið matvørur.
Tey vitjar hon í frítíðini, eins og familjan kemur heim til hennara at vitja.