Aðalorðaskifti um fólkakirkjuna

Leygardagin 3. september fer aðalorðaskiftið um fólkakirkjuna at halda fram. Byrjað verður við morgunsangi í Dómkirkjuni og heldur síðani fram á Hotel Hafnia.

Prestarnir vóru fyrr í ár saman í tveir dagar og viðgjørdu fólkakirkjuna, bæði bygnaðin og innihaldið.

Á hesum sinni er hópurin munandi víðkaður. Tey luttakandi eru : Felagið fyri kirkjuráðslimir, Grøna nevndin hjá fólkakirkjuni, Urguleikarafelagið, umboð fyri deknar og klokkara, Próstadømisráðið, Føroya Stiftsstjórn, Politiski fylgibólkurin í kirkjumálum, Landsstýriskvinnan í kirkjumálum og embætisfólk hennara og prestarnir.