Sunnudagin verður spennandi dystur í høllini í Vági, tá VB tekur ímóti Stjørnuni. Bæði VB og Stjørnan hava í farnu viku leikt seg í finaluna í Coca Cola-kappingini hjá kvinnum, og tí verður dysturin í Vági ein aðalroynd undan finaludystinum, sum verður um góðar tvær vikur.
Gongdin hjá VB hevur verið góð í endaspælinum. Tær hava vunnið báðar sínar dystir ímóti ávikavist Kyndli og StÍF. Harafturat hava tær eftir tógvið stríð leikt seg í steypafinaluna, so nú skulu tær royna at halda fast um góðu byrjanina uppá endaspælið.
Hjá Stjørnuni hevur eisini gingið væl síðstu dystirnar. Tær hava vunnið sínar fyrstu dystir í grundspælinum ímóti Neistanu og Kyndli, samstundis sum tær hava hólvað Neistanum av í steypakappingini. So ikki kann sigast annað enn, at stjørnukvinnurnar hava fingið eina dreymabyrjan uppá endaspælið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$VB vann seinast
Einki er at ivast í, at Stjørnan er stórfavorittur undan dystinum. Tær hava víst serstakliga gott hondbóltsspæl síðstu dystirnar, og tí verður torført hjá VB at vinna dystin.
VB hevur tó víst fyrr í ár, at til ber at steðga Stjørnuni. Í fyrra dystinum millum liðini bæði í grundspælinum vann VB nevniliga sannførandi suðuri í Vági, og hesa søgu ætla VB-kvinnurnar helst at endurtaka. Megna tær at vinna dystin, so kunnu tær leggja seg beint í hølini á Stjørnuni í oddinum.
Hjá Stjørnuni ræður bert um at halda fast um góa spælið. Vísa tær somu styrki, sum tær hava víst í nógvum av seinastu dystunum, so er ivasamt, um nakað lið fer at klára at steðga teimum.