AaB er nú á toppinum

Fótbóltslagið í Aalborg er ógvuliga gott. Eftir 2-0 heimasigur á Esbjerg í kvøld er AaB eftir 14 umfør annað av oddaliðunum í superliguni. FCM og AaB hava 27 stig, FCK hevur 26 stig, og AC Horsens hevur 25 stig.

7.379 áskoðarar sóu á Aalborg stadion AaB fara av vøllinum fyri 12. ferð við úrtøku. AaB hevur ikki tapt síðani 19. august, liðið hevur støðugt tikið seg móti toppinum, og nú er felagið hjá tveimum føroyskum landsliðsspælarum annað av oddaliðunum.

Jón Rói Jacobsen var á beinkinum alla tíðina. Súni Olsen var ikki í hópinum. Sambært AaB heimasíðuni var Súni, sum í vikuskiftinum taldist millum teir bestu á næstbesta AaB liðnum, so mikið skaddur, at hann ikki kundi koma upp á tal til dystin í kvøld.

Jeppe Curth er flúgvandi fyri tíðina. Í kvøld skoraði hann bæði AaB málini, og nú er hann einsamallur toppskjútti við 8 málum.