Tað var eingin stuttlig uppgáva hjá AaB at møta APOEL Nicosia á Cypern í kvøld.
Tað vóru fleiri av leikarunum hjá AaB, sum sóu góðar møguleikar at fara víðari til bólkaspælið í Champions League, tá teir í kvøld spældu ímóti APOEL Nicosia á Cypern.
Teir høvdu bert megnað javnleik á heimavølli, 1-1, menkortini hildu fleiri av leikarunum, at hetta skuldu teir nokk klára.
Úrslitið var heilt greitt ein avsmurningur til AaB.
4-0 taptu aalborgensararnir á Cypern, og eingin frágreiðing kundi finnast fyri tapinum.
- Vit vóru bara ikki nóg góðir, var tað einasta, sum Kent Nielsen kundi umbera seg við.