Grønlands Politi sóknast nú eftir einum vitni í samband við kanningararbeiði, har ein 11 ára gomul genta næst seinastu fríggjanátt varð funnin deyð. Løgreglan heldur, at gentan er dripin, og ein 27 ára gamal maður er varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri drápið.
Vitnið, sum løgreglan nú sóknast eftir, gekk fram við KJ Greenland A/S, har eisini ein lakkverkstaður er, og hetta var hóskvøldið hin 26. november klokkan 21.28. Í tíðindaskrivi sigur løgreglan, at tað er vakmyndaupptøkur, sum vísa vitnið, sum nú verður leitað eftir.
- Tað sær út til, at vitnið bukkar seg niður og tekur okkurt upp úr kavanum, sigur løreglan í tíðindaskrivinum.
Lagt verður aftrat, at talan er um ein mann, ið er millum 170 og 180 sentimetrar høgur. Hann hevur stutt myrkt hár, er í myrkum jakka og antin handskum ella vøttum og myrkum stivlum. Maðurin er í bláum buksum við endurskynum niðast vinstrumegin.
- Tað er okkara meting, at maðurin kann hava onkrar upplýsingar, sum kunnu hava týdning fyri kanningararbeiðið. Vit ynskja at snakka við vitnið sjálvt - ella frætta frá øðrum, sum vita, hvør maðurin er, sigur løgreglan.
Hin 11 ára gamla gentan varð eftirlýst næst seinasta hóskvøld, tá hon ikki kom til hús aftur til avtalaða tíð. Sjálvboðin fóru at leita, og klokkan 01.23 varð hon funnin við eina trappu - ikki langt burtur frá húsum. Men, tá var gentan deyð.